GLASIR SØKIR LEIÐSLUSKRIVARA

12. apríl 2017

Í samanleggingini av okkara skúlum í landsins størsta útbúgvingarstovn hevur rektarin tørv á einum dugnaligum leiðsluskrivara at hjálpa við at halda øllum bóltunum í luftini.

Starvið sum leiðsluskrivari er sjálvstøðugt og fjøltáttað. Starvið fevnir millum annað um hesar uppgávur:

•       Virka sum skrivari fyri rektaran og ymiskar nevndir og ráð, har Glasir hevur skrivaraábyrgd

•       Fyrireika, skipa fyri og fylgja upp í mun til innan- og uttanhýsis fundir og tiltøk á leiðslustigi

•       Samskipa verkætlanir í sambandi við samanlegging og flyting

•       Samskifti av ymiskum slag

•       Sjálvstøðuga málsviðgerð

•       Aðrar fyrisitingarligar uppgávur

 

Førleikar:

•       Skrivstovuútbúgving ella líknandi, helst við viðkomandi eftirútbúgving

•       Góðan telduførleika

•       Góðan málsligan førleika í føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Leiðsluskrivarin má:

•       Hava góð evni at samstarva og samskifta

•       Hava jaligan hugburð og trívast við broytingum

•       Leggja dent á góða tænastu

•       Arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evni at samskipa og fyriskipa

•       Verða serstakliga røkin og væl skipað/ur

 

Setanartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, og er lønt í 5. Lønarflokki, har endalønin er kr. 27.930,89 um mánaðin umframt eftirlønargjald á 15%. Setanarstaður er Glasir og leiðsluskrivarin kemur at hava skrivstovu beint við rektaran. Starvið kann setast sum fulltíðarstarv ella við niðursettari tíð.

 

Umsóknir

Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@glasir.fo. Umsóknin skal vera Glasi í hendi í seinasta lagi 1. mai 2017 kl. 12:00.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Boga Bech Jensen, rektara, teldupostur bbj@glasir.fo ella til Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóra, teldupostur sh@fh.fo.