Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi, og vit hava tørv á einum royndum og fakliga fjøltáttaðum persóni í arbeiðinum við at menna sernámsfrøðiligu tænasturnar.
Í arbeiðinum við at menna næmingavendu tænasturnar og sernámsfrøðilig átøk á Glasi hava vit tørv á einum persóni við kunnleika til dysleksi og ADHD at arbeiða fulla tíð. Í fyrsta umfari er starvið, sum er treytað av játtan, tíðaravmarkað til 30. Juni 2019. Vit leita eftir einum persóni, sum – umframt at verða útbúgvin fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur – hevur eina handverksliga yrkisútbúgving. Royndir við sernámsfrøðiligum arbeiði eru ein fyrimunur.
FØRLEIKAR
Umframt námsfrøðiligu-, undirvísingarligu- og hóskandi yrkisfakligu førleikarnar, skal tann, ið settur verður:
– kunna tilrættisleggja sernámsfrøðiligar virkisætlanir
– gera sernámsfrøðilig átøk í flokkunum og á verkstøðunum og fylgja sernámsfrøðiliga arbeiðinum upp
– hava góðar førleikar í lesi- og skrivitøkni og kunnleika til serforrit og appir á logopediska økinum
– hava fakligt innlit í dysleksi og ADHD
– duga at skapa og halda sambond við ungdóm
– duga at arbeiða sjálvstøðugt
LØN OG TREYTIR
Starvið, sum er treytað av játtan og er tíðaravmarkað fram til til 30. Juni 2019, verður sett skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maybritt við Strond á Glasi, á tlf. 219190 ella skriva til mvs@glasir.fo.
Umsókn við avritum, prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal í seinasta lagi 26. november 2018 sendast í telduposti til starv@glasir.fo ella til:
Glasir
Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110 Tórshavn