Vit sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at starvast við skúlafyrisiting á Glasi. Talan er um avloysarastarv at byrja 1. mars ella skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávurnar á skrivstovuni á Glasi eru fjølbroyttar, avbjóðandi og spennandi. Í tøttum samstarvi við onnur góð starvsfólk kemur tú at arbeiða við skúlafyrisiting á Føroya størsta útbúgvingarstovni og at loysa ymsar skrivstovuuppgávur innan miðnámsskúlaøkið og hægri útbúgvingar.
UPPGÁVUR OG FØRLEIKAR
Tínar arbeiðsuppgávur fevna m.a. um at:
- starvast í móttøkuni sum partur av toyminum í fyrisitingini
- samskifti við næmingar og lærarar
- umsita fráveruøkið
- umsita næmingar, flokkar, tímatalvur, høli, v.m.
- skráseta læraravirksemi
Vit vænta, at tú ert skrivstovuútbúgvin, hevur hollar telduførleikar og góðar málsligar førleikar. Eisini ímynda vit okkum, at tú:
- hevur góð evni at samstarva og samskifta
- leggur dent á góða tænastu
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- ert røkin og væl skipað/-ur
- ert áhugað/-ur í útbúgvingarviðurskiftum
LØN OG TREYTIR
Talan er um avloysarastarv frá 1. mars 2023 (ella skjótast til ber) og í fyrsta umfari til og við 31. desembur 2023. Starvið er fulltíðarstarv og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Tú kanst lesa um skúlan á www.glasir.fo. Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Høgna av Skarði, fyrisitingarleiðara á Glasi, á telefon 227468 ella skriva til has@glasir.fo.
UMSÓKNIR
Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast í telduposti til has@glasir.fo í seinasta lagi á miðnátt tann 20. januar 2023.
Á Glasi eru vit dagliga um 1500 næmingar, lærlingar og lesandi og um 250 starvsfólk. Vit bjóða út yvir 20 ymsar útbúgvingar. Starvið, vit nú lýsa leyst at søkja, er knýtt at fyrisitingini, sum situr saman við starvsfólkunum á fíggjardeildini.