Hevur tú at royna teg í einum livandi útbúgvingarumhvørvi við fjølbroyttum uppgávum? So er at søkja starvið sum skrivstovulærlingur á Glasi.

Á Glasi bjóða vit yrkisútbúgvingar, gymnasialar útbúgvingar, hægri útbúgvingar og skeið, og sum skrivstovulærlingur fært tú innlit og upplæring í umsiting av útbúgvingum og fíggjarviðurskiftum, og í starvsfólkaumsiting. Her fert tú at samskifta við øll tey, sum eru knýtt at skúlanum, bæði næmingar, foreldur, lærumeistarar, lærarar og starvsfólk.

Vit ímynda okkum tí, at tú hevur hug og hegni til at samskifta, dugir væl at samstarva og at veita eina góða tænastu. Neyðugt er, at tú hevur góðan telduførleika, tí her á Glasi eru talgild arbeiðsamboð alneyðug. 

Størsti parturin av lærutíðini verður í fyrisitingini og fíggjardeildini, men lærutíðin kann eisini fevna um onnur øki, alt eftir tørvi og áhuga. 

FØRLEIKAKRAV 

Neyðugt er at hava miðnámsútbúgving ella líknandi útbúgving.

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett skjótast til ber og er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

UMSÓKN

Umsókn skal, saman við avriti av prógvum og viðkomandi skjølum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 24. apríl 2023 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingarstjóra, á tlf. 210330, ella við at skriva til jai@glasir.fo.

________________________________________________________________________

Á Glasi eru umleið 1.500 næmingar og 250 starvsfólk. Av teimum starvast umleið 15 fólk á deildunum, ið tú sum skrivstovulærlingur kemur at hava tilknýti til.