Kundi tú hugsað tær at verið við til at menna hægri útbúgvingar? Sum samskipari og undirvísari fært tú høvi til at seta tíni fingramerki á menningina av deildina fyri hægri náám Glasi.
Hægri nám á Glasi er eitt øki í menning. Vit sóknast eftir einum dugnaligum undirvísara við góðum leiðslueginleikum, viðkomandi útbúgving og góðum innliti í fakøkini innan serliga fíggjarbúskap og marknaðarførslubúskap.
STARVSØKIÐ:
Sum undirvísari og samskipari vísir tú til dekanin innan hægri nám. Partur av samskiparaleiklutinum er at vera toymisleiðari fyri eina ella fleiri útbúgvingar. Saman við dekaninum verður tú við til at menna útbúgvingarnar í samstarvi við útlendskar lærustovnar og myndugleikar í Føroyum.
FØRLEIKAR:
Vit vænta, at tann, vit seta sum undirvísara og samskiparia hevur:
– góðar leiðslueginleikar
– góðar eginleikar at leiða toymi og samskipa viðkomandi útbúgvingar
– hevur útbúgving innan búskap frá hægri lærustovni á kandidatstigi ella masterstigi
– hevur drúgvar vinnuroyndir
– trívist við broytingum
LØN OG TREYTIR:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Finn Jensen, dekan, á fje@glasir.fo.
UMSÓKN:
Send umsókn við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum til starv@glasir.fo í seinasta lagi 8. mars 2020. Starvið verður sett 1. mai 2020 ella skjótast gjørligt.