Næmingaráðið á Glasi skipar fyri politiskum pallborðskjakið – undir heitinum STEMMUBOKSING – við ungum umboðum fyri allar politisku flokkarnar, sum eru umboðaðir á Løgtingi.

Tiltakið verður týsdagin 22. februar í 2. blokki í atrium.

Fyri kjakið verður ein stutt veljarakanning – “veljarakanning 1” – send tykkum at svara (verður send út í dag, 21/2, á døgurða) og tá kjakið endar verður “veljarakanning 2” send tykkum av at svara. Tað er møtiskylda hjá næmingum og lærlingum á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi – so møtið fjølment, gerið tiltakið viðkomandi og undirhaldandi við at verða luttakandi og eisini við at seta floksumboðnum spurningar.

Evnini hesuferð:

1. LOYSING/SAMBAND   2. JAVNSTØÐA   3. FOSTURTØKA   4. VERÐSLIGT/ÁTRÚNARLIGT

Góðan valfund