Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir innan bygningsumsiting og sum kann byrja skjótt.

Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Tú skalt m.a. røkja og hava umsjón við bygningarnar og økini uttan um bygningarnar. Eisini skal húsavørðurin gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk og loysa trupulleikar, tá ið á stendur.

FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum húsavørður, skal helst hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi viðkomandi útbúgving. Harafturat skal húsavørðurin:
–      duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
–      kunna loysa trupulleikar, tá ið á stendur
–      sjálvstøðugt kunna síggja og loysa smærri umvælingaruppgávur
–      vera fyrikomandi og hava gott handalag
–      trívast við broytingum og kunna samstarva við onnur starvsfólk og næmingar
–      verða ruddiligur
–      hava KT-førleikar á brúkarastigi

LØN OG TREYTIR
Starvið á Glasi er tíðaravmarkað fulltíðarstarv, at seta skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til 1. juli 2020. Tó kann hetta møguliga broytast til eitt starv uttan tíðaravmarking. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar handverkarafelag ella Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Egon Øregaard, tekniskan leiðara, á ego@glasir.fo.

UMSÓKN

Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til ego@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 13. mai 2019.