Dámar tær at arbeiða í einum livandi umhvørvi saman við nógvum starvsfeløgum? Hevur tú áhuga fyri starvsfólkamenning og samskifti? Dámar tær at samskipa, at ráðgeva og skriva? So eigur tú at umhugsa at søkja eitt av teimum spennandi størvunum, sum eru leys at søkja á Glasi.

Á Glasi eru á leið 1500 næmingar, lærlingar og lesandi og her starvast um 250 starvsfólk. Vit bjóða bæði gymnasialar- og yrkisfakligar útbúgvingar, nakrar styttri útbúgvingar og serbreyt.

Kjarnuuppgávan á Glasi er at búgva og útbúgva okkara næmingar, lærlingar og lesandi til framtíðina, og hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni.

Virksemið á Glasi er sera fjølbroytt og skiftir nógv gjøgnum árið. Tí hava vit brúk fyri starvsfeløgum, sum megna at hava nógvar bóltar í luftini samstundis og sum kunnu átaka sær  ymsar uppgávur – bæði av yvirskipaðum slag og gerandisuppgávur, sum skulu loysast.

Á stjórnarskrivstovuni arbeiða í dag trý starvsfólk. Til at loysa uppgávurnar á stjórnarskrivstovuni tørvar okkum tvey starvsfólk afturat.

Vit leggja stóran dent á samlaðu førleikarnar hjá toyminum á stjórnarskrivstovuni, og tí eggja vit tær at søkja eitt av hesum størvum, um tú hevur hug og hegni at arbeiða við hesum uppgávum ella pørtum av uppgávnum, sum eru lýstar niðanfyri.

Arbeiðið fevnir m.a. um:

  • At hava ábyrgdina av fjølbroyttu samskiftisuppgávunum á Glasi – bæði innanhýsis og uttanhýsis, herundir eisini ábyrgd av heimasíðuni.
  • At framleiða kunningartilfar og gera mannagongdir
  • Saman við øðrum at arbeiða við skipaðari førleikamenning av starvsfólki umframt aðrar menningaruppgávur.
  • Ráðgevandi uppgávur í sambandi við starvssetanir og onnur starvsfólkaviðurskifti.
  • Fyriskipa og samskipa fundir, tiltøk o.a.
  • Skrivarauppgávur hjá stjórnartoyminum. 


Førleikakrøv:

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. frá hægri lærustovni og/ella viðkomandi arbeiðsroyndir. 
  • Tú hevur góðar KT-førleikar.
  • Tú dugir væl at samskifta og samstarva.
  • Tú dugir væl og dámar væl at skriva.
  • Tær dámar at arbeiða við skiftandi uppgávum og megnar at hava fleiri arbeiðsuppgávur í gongd samstundis.
  • Tú ert sjálvstøðug/ur, virkisfús/ur, forvirkin (proaktiv/ur), ágrýtin og fleksibul.
  • Tær dámar at arbeiða í toymum og trívist væl millum nógv fólk.

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú: 

  • hevur royndir at arbeiða við samskifti, herundir heimasíðu og intraneti.
  • hevur royndir at arbeiða á starvsfólkaøkinum og við førleikamenning.
  • hevur royndir á útbúgvingarøkinum.

Løn og setanartreytir:

Sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.


Nærri upplýsingar:

Ynskir tú at frætta meira um størvini ert tú vælkomin at at venda sær til Unu Joensen, rektara á tel 222059 ella t-post ujo@glasir.fo

Umsókn og lívsrensl skal, saman við møguligum prógvum og viðmælum, sendast talgilt umvegis starv@glasir.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. juni kl. 12.00.