HÚSAVØRÐUR

Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir og útbúgving sum handverkari. Fyrimunur kann verða, um umsøkjarin er elektrikkari.

UPPGÁVUR

Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:

– partvíst verða knýttur at el-deildini, har ymiskt fyrifallandi arbeiði verður gjørt

– hava umsjón við bygningunum

– røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar

– hava eftirlit við hita- og vatnskipanum

– hava dagliga ábyrgd av tekniskum innleggingum

– gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk

FØRLEIKAR

Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:

– duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur

– vera fyrikomandi og hava gott handalag

– hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving

– hava KT-førleikar á brúkarastigi

LØN OG TREYTIR

Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 2. okt 2023 ella sambært avtalu. Setanarstaður er Glasir. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Handverkarafelag ella Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Jøkladal, tekniska leiðaran, á tlf. 568001 ella við telduposti alj@glasir.fo.

UMSÓKN

Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til alj@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 11. september 2023.

KOM Í LÆRU SUM HÚSAVØRÐUR

Hevur tú gott handalag og hug at royna teg við bæði tøkni, handverki, skipanum og viðlíkahaldi? Vit søkja eftir einum húsavarðalærlingi til Føroya størsta útbúgvingarstovn, sum húsast á meira enn 25.000 fermetrum í trimum ymiskum bygningum.

Útbúgvingin sum húsavørður er ein lærlingaútbúgving, sum tekur 3 ár og 9 mánaðar. Starv og lærutíð er á Glasi, meðan skúlagongdin er í skúla í Danmark, har útbúgvingin nevnist ‘ejendomsservicetekniker’.

STUTT UM ÚTBÚGVINGINA:

Minstu krøv viðv. upptøku er 9. floksprógv frá fólkaskúlanum Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir Starvstíðin er á Glasi Skúlagongdin er í skúla í Danmark Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

UM TEG

Vit søkja eftir dugnaligum álítandi fólki, sum hevur áhuga fyri at útbúgva seg innan røkt og viðlíkahald av tekniskum innleggingum, m.a. brunafyribyrgingarskipanir og ventilatiónsskipanir so sum ABA, ABV, ABDL og CTS. Dagliga arbeiðið fevnir eisini um vanliga røkt og viðlíkahald av bygningunum og innbúgvi og um røkt av uttanumøkinum.

Vit ynskja at tú dugir væl at samskifta og samstarva við starvsfólk og næmingar, at tú hevur koyrikort til persónbil og at tú hevur telduførleika á brúkarastøði.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Nærri fæst at vita við at venda sær til Álv Jøkladal, tekniska leiðaran, á tlf. 56 80 01. Umsókn skal sendast í telduposti til alj@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 11. september 2023.