Mikudagin 26. apríl kl. 10 vórðu allir næmingar og lærarar á Glasi í Hoydølum bodnir til árliga surprisetiltakið hjá Samstarvsnevndini – tað er nevnd við umboðum fyri næmingar, lærarar og leiðslu á skúlanum. Á tiltakinum, sum var í høllini á Hálsi, helt Snorri Patursson fyrilestur um kost og kostvanar, og tveir tónleikabólkar og kórið Xperiment farmførdu.