Fríggjadagin 29. september varð skipað fyri samkomu á yrkisnámi á Glasi í sambandi við, at 12 elektrikarar í vikuni tóku sveinaroynd.

Lagið var gott á nýklaktu sveinunum, lærumeistara teirra og avvarðandi henda dagin, har avrikini vórðu víst fram.

Birgir Petersen, leiðandi lærari á el-deildini, handaði nýklaktu sveinunum prógv, sum váttan fyri at hava staðið royndina.

Í februar mánaði 2024 verður almenna prógvahandanin fyri yrkisnám á Glasi.

Elektrikarar, sum tóku sveinaroynd hesu ferð, vóru:

  1. Anton Højgaard
  2. Ari Dahl-Olsen
  3. Beinir Simonsen
  4. Dávur Ákason
  5. Jákup Sólbergsson Jacobsen
  6. Jón Edvardsson
  7. Jón Joensen
  8. Jónas Solberg
  9. Kjartan Jansson Jacobsen
  10. Markus Mortensen
  11. Rói Bech
  12. Rói Bisp Joensen

Jón Edvardsson vantar á myndini omanfyri.

Hjartaliga tillukku til allar elektrikarar.

Myndir frá tiltakinum