Í farnu viku vóru sveinaroyndir á bil á Glasi og í hesum sambandi varð skipað fyri hugnaløtu fyri avvarðandi, læruplássum og undirvísarum.

Tórolvur Samuelsen, leiðandi lærari á bildeildini, handaði skúlaváttan til teir, ið hava staðið sveinaroyndina sum bilsmiðir.

Teir, ið stóðu sveinaroyndina hesu ferð, eru frá vinstru í myndini omanfyri: Filip Heðinsson Poulsen (Reyni Service), Brandur Dam Gregoriussen (Bilasølan, Hoyvík), Rasmus Búgvason (Waag), Gudmundur Krosshamar (Waag), Jón Heri Willumsen (Wenzel) og Dawid Nowicki (Nordcar/Komfort bilar).

Almenna prógvhandanin verður í februar komandi ár. Hetta verður lýst nærri.