
- This event has passed.
Foreldrakvøld – Vallærugreinakunning
februar 1, 2022 @ 7:00 pm - 9:30 pm
Kunningarfundur verður fyri foreldrum og næmingum í 1.s á hugbreyt, náttúrubreyt og búskaparbreyt á skúlanum týskvøldið 1. februar kl. 19.00 við hesi skrá:
- kl. 19.00 Móttøka í atrium – felagskunning
- kl. 20.00 Drekkamunnur
- kl. 20.15 Lærarar kunna um vallærugreinar – tríggjar ferðir á 20 min. Tað merkir, at foreldur og næmingar velja sær upp til 3 vallærugreinar burturúr at verða kunnað um.
- kl. 21.30 Liðugt
Næmingatænastan er eisini at hitta.
Stroyming av tiltakinum her.
Kunningarfaldarin sæst her.
Vallærugreinavalini hjá næmingunum kunnu altíð gerast í samráð við lestrarvegleiðara. Um næmingar hava spurningar til lærugreinar í sambandi við víðari lestur og útbúgvingarætlanir annars, kunnu tey somuleiðis venda seg til lestrarvegleiðara.