Onki úrslit
Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Kunningarkvøld fyri komandi næmingar, lærlingar og avvarðandi

juni 12, 2024 @ 7:00 pm 9:00 pm

Mikudagin 12. juni kl. 19 verður kunningarkvøld á Glasi fyri komandi næmingum, lærlingum og avvarðandi.

Her verður týðandi kunning av ymiskum slagi, sum er viðkomandi bæði fyri næmingar, lærlingar og avvarðandi, so vit vilja fegin, at øll koma til tiltakið. Rektarin fer at greiða frá gerðandisdegnum á Glasi, siga eitt sindur um nýggja lærings- og trivnaðarátakið, ið umfatar skermnýtslu, og næmingagjald fyri komandi skúlaár.

Næmingatænastan fer at fortelja, hvussu tað er at ganga á Glasi, og fer eisini at kunna um skilhaldsreglurnar og fráveru.

Eisini verður kunning um spennandi Nordplus verkætlan, sum eisini komandi næmingar kunnu gerast partur av.

Eingin skal snýtast fyri kaffi og køku, og høvi verður eisini at ganga runt í bygningum og síggja skúlan.

Vit síggjast á Glasi mikudagin 12. juni kl. 19.