
- This event has passed.
Opið hús á Glasi
november 29, 2018 @ 4:00 pm - 8:00 pm
Hósdagin 29. november bjóða vit øllum starvsfólkum, næmingum og vinfólkum, foreldrum og avvarandi teirra til opið hús á Glasi. Tit kunnu síggja bygningin og tað, sum næmingarnir í ymsu lærugreinunum innan list og skapan arbeiða við og hava framleitt. Fakini, sum eru við, eru:
Klædnaatstøði
Hár
Tilvirkan
Miðlakunnleiki
Leiklist
Foto
Myndlist
Tónleikur
Tónleikatøkni
Tiltakið er frá kl. 16 til 20
Á skránni eru framførslur, framsýningar, filmssýningar, smærri verkstovur, tónleikur – og so høvi at síggja bygningin og keypa okkurt ábit.
Details
- Date:
- november 29, 2018
- Time:
-
4:00 pm - 8:00 pm
- Event Categories:
- Gymnasialt miðnám, Øll
- Event Tags:
- foto, Glasir, hár, klædna, kvøldseta, list og skapan, miðlakunnleiki, tilvirki, tónleikur
Organizer
- Glasir