
- This event has passed.
Vinnulívskunning, 3.s og 2. fyrireikingarbreyt
mars 5, 2019 @ 12:00 pm - 3:30 pm
Vinnulívskunning hevur verið í nógv ár verið fastur táttur síðsta árið á studentsútbúgvingini og fyrireikingarbreytini. Lestrarvegleiðingin kunnar 3.s og 2. fyrireikingarbreyt um tiltakið, sum í ár verður seinnapartin týsdagin 5. mars, og næmingarnir kunnu velja eitthvørt arbeiðspláss at vitja í ein hálvan dag.
Endamálið við vinnulívskunningini er, at næmingarnir fáa møguleika at kunna seg um útbúgvingar- og vinnulívsmøguleikar í føroyska samfelagnum og uttanlanda. Í hesum sambandi fáa næmingarnir eisini varhugan av, hvørjar hægri útbúgvingar, tað føroyska samfelagið krevur í framtíðini.