Týsdagin 19. desember varð skipað fyri jólahaldi hjá børnum og barnabørnum hjá starvsfólki á Glasi.

Nissan Magnus undirhelt og sang fyri børnunum, sum eisini fingu ein søgu at hoyra.

Dansað varð eisini um jólatræið.

Tað heilt stóra upplivilsi var, tá jólamenninir komu sígandi niður úr loftinum á Glasi, tí eingin hóskandi skorsteinur var at fara ígjøgnum.

Øll børn fingu serstaka gávu – eina bók og okkurt gott til góman.

Ein ógloymandi løtu fyri bæði børn og vaksin.

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.