Tá nýskrivaði føroyski jóla sangleikurin “Julius í Likkudali” fær sína frumframførslu fríggjadagin 25. nov., verður tað við einum sera umfatandi og hegnisligum handaligum íkasti frá Glasi.

Timburlærlingarnir á Glasi hava sanniliga kýtt seg seinastu vikurnar við fáa pallin kláran til sangleikin “Julius í Likkudali”, sum hevur frumframførslu hesa vikuna í Norðurlandahúsinum. Pallin sjálvan hevur rithøvundurin handan leikin Sascha Bjartsson sniðgivið, men tað eru timburlærlingarnir á Glasi, ið hava gjørt pallin til veruleika seinastu vikurnar.

Tey, ið nú eru forvitin eftir at síggja endaliga úrslitið, kunnu ogna sær eitt atgongumerkið til sangleikin við at trýsta HER.

Sangleikurin er á skrá fram til týsdagin 29. nov.

Um leikin:

“Nýskrivaði familjusangleikurin eftir Sasho Bjartsson snýr seg um eina føroyska familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin er spentur, tí jólini nærkast, tó stúrir hann fyri, at pápin fær skipsboð, áðrenn jólaaftan er.

Gleðin er stór, tá pápin kemur heim, men hví fer pápin ikki til løgregluna við taskuni, sum hann fann á jólagøtuni á veg heim? Pápin fortelur ikki teimum við hús, at taskan er ein heilt serlig taska. Hví?

Kom við í Likkudal, har børn, ung og vaksin syngja og dansa um jólini inn.”