Starvslýsing:

Hevur tú hug at starvast á Føroya størsta útbúgvingarstovni við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi? So hava vit tørv á einum dugnaligum lærar til El deildina á skúlanum!

Sum lærari á eløkinum fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av framtíðar elektrikarum. Tú kemur at samstarva og býta vitan við hinar lærarnar á fakøkinum. Sum lærari á el skalt tú vera fakliga væl fyri og duga at fáa næmingarnar at trívast.

FØRLEIKAR

Umframt at verða fakliga væl fyri skal tann, ið verður settur:

– hava hug og hegni at arbeiða saman við ungdómi
– kunna bæði arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
– tríðvast við broytingum og kunna skapa fylgiskap millum starvsfelagar
– hava hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi
– hava viðkomandi útbúgving og góðar KT førleikar

Tað er ynskiligt, at umsøkjarin hevur sveinabræv, viðkomandi starvsroyndir og hollan og dagførdan fakkunnleika. Hægri útbúgving kann geva fyrimunn.

LØN OG TREYTIR

Talan er um eitt tíðaravmarkaði størv til skúlaárið 2022 – 2023
(1. august 2022 – 30. juni 2023)

Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Steinfinn Várlíð Jacobsen, deildarleiðara, á stj@glasir.fo ella tlf. 56 80 30. Ella hjá leiðandi læraranum á El-økinum: Birgir Petersen, bip@glasir.fo, tlf. 78 67 61

UMSÓKN

Umsókn saman við CV, prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi sunnudagin 12. juni 2022.