Søgan um Tór er ikki heilt vanlig. Og Tór er ikki heilt vanligur. Fyri nøkrum árum síðani var lítið, sum talaði fyri, at Tór í 2021 skuldi fáa heiðursbræv fyri avbera gott avrik í seinna umfarinum av virðismettu donsku Georg Mohr-kappingini í støddfrøði. Heldur tvørturímóti

Tór byrjaði í studentaskúla í 2010. Her gekk satt at siga ikki eftir vild. Eftir hálvtannað ár gavst hann. Tá hevði 03 í støddfrøði og helt, at hann bara ikki hevði evnini at skilja støddfrøði. Hann bilti sær sjálvum inn, at hann ikki dugdi.

Tór teknaði og dagdroymdi nógv. Hann helt, at hann kanska var kreativur og ikki hevði matematisk evni. Hann hevði tó eitt ynski um at skilja støddfrøði. Hann helt, at fólk við matematiskum evnum høvdu eitt djúpri forstáilsi av heiminum rundanum okkum.

Í fleiri ár plágaist Tór av tunglyndi, sum, tá ið samanum kom, menti seg til eina psykosu. Hann fekk góða hjálp á psykiatriska deplinum og í 2015 fekk hann staðfest eitt milt slag av autismu. Fyrsta sjúkueyðkennið var málið. Tór hevði trupult við máli og mállæru – serliga bendingum og føllum. Við hesi diagnosuni byrjaði Tór at leggja lívið um. Hann byrjaði at skilja síni egnu mørk og at hann ikki kundi livað heilt sum javnaldrarnir.  Áður hevði hann speglað seg sjálvan í øðrum og roynt at vera sum onnur.

Tór setti sær fyri, at hann gjarna vildi blíva til nakað. Eisini fyri sonin, sum hann gjørdist pápi at í 2012. Hann byrjaði at seta egin mørk og at gera nakað fyri at fáa tað betri. Við at vera meira skipaður, at meditera og hava sunnar vanar – ganga meira, eta sunnari, fáa góðan svøvn – hevur Tór vent skútuni, so at siga. Eisini setti hann seg niður at læra seg at rokna.

Tór muillum Mortan Thomsen og Henriette Svenstrup, lærarar í m.ø. støddfrøði

Tór byrjaði í autismuflokkinum á Glasi í 2017. Hetta er eitt sertilboð, har næmingar við autismu taka miðnámsprógv yvir fýra ár. Høvuðsmunurin millum vanliga gymnasiala miðnámið og autismuflokkin er, at , at færri næmingar eru í flokkinum, og meira tíð er til einstaka næmingin. Hetta hevur riggað væl, heldur Tór. Tað mugu vit geva honum rætt í. Frá 03 til heiðursbræv fyri serstakliga gott avrik í stórari støddfrøðikapping er langur vegur. Hetta lopið er bæði hjartanemandi og kveikjandi – og alla æruna eigur Tór, sum ætlar sær at lesa alisfrøði í Keypmannahavn, tá hann er liðugur á Glasi.

Til lukku og blíðan byrð, Tór.