“Drughunters” er heitið á kapping, sum danska heilivágsfyritøkan Lundbeck skipar fyri sum partur av Forskningens Døgn í Danmark.
Endamálið við kappingini er at geva miðnámsnæmingum møguleika at tvinna fakliga vitan við menning av heilivági. Næmingar í kappingini skulu framleiða ein kunningarpostara um eina sjúku í nervalagnum (centralnervasysteminum) og viðgerðarháttir til hesa.
Í sambandi við kappingina vitjaði Dina Silke Malling Damlund, Phd og granskari hjá Lundbeck, á Glasi og helt fyrilestur fyri næmingum á náttúrubreytini.
Tríggir flokkar á Glasi hava meldað seg til kappingina. Lærarar eru Christina Nolsøe, Maria Chun Nielsdóttir og Gurið Kallsberg Kristiansen.
Næmingar í flokkunum fara nú at gera uppskot til kappingina. Lærarnir velja besta uppskotið í hvørjum flokki, sum verður sent inn til kappingina at kappast við aðrar flokkar.
Finalan verður í Danmark 23. apríl.