Á hvørjum ári er møguleiki at taka lut í KemiOL, og 26.-27. januar royndu Krista Ennistein Holm 22y, Ari Rasmussen Weihe 22y og Olaf Eyðfinsson 22z royndu um vikuskiftið at koma víðari í KemiOL.

Byrjað verður við, at flokkarnir melda seg til eina roynd, sum verður gjørd í undirvísingini. 60 tey bestu sleppa víðari til annað umfar, sum er í Keypmannahavn 24. til 26. januar.

15 teir bestu næmingarnir sleppa síðani víðari til nakrar venjingar á Århus Universitet (AU), Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og Københavns Universitet (KU), og 4 sleppa hiðani til Nordic Chemistry Olympiad, sum verður í Stokkholmi 2. til 5. juli.

Endaliga royndin verður í Dubai 5. til 14. juli.

Tað eydnaðist ikki nakran av teimum trimum at koma víðari í kappingini, men tey hava fingið eitt upplivilsi fyri lívið.