Onki úrslit

Depilsráðið

Uppgávur hjá depilsráðnum

Depilsráðið virkar sbrt. løgtingslóg nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.
Les lógina her.

Meginuppgávurnar hjá depilsráðnum eru:
1) – at styrkja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir
– at veita rektaranum ráð og gera tilmæli viðvíkjandi fyriskipan, útbúgvingum og strategi
– at virka fyri at Glasir í størst møguligan mun bjóðar út yrkisfakligar grund-, eftir- og
víðariútbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni.

2) – at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tí inntøkufíggjaða virkseminum hjá Glasi

Nýtt Depilsráð verður tilnevnt av á heysti 2022. Tá tað er gjørt, verða upplýsingarnar um ráðið tøkar her.

Limir í Depilsráðnum

Her verða nøvnini á limunum í depilsráðnum kunngjørd, tá nýggja er tilnevnt av landsstýrismanninum.

Í núverandi ráðnum eru:

Magnus Magnussen, formaður,  MM, Vinnuhúsið

Anna Johannesen, næstforkvinna , AJ, Starvsfelagið

Eli Brimsvík, EB, Landsfelag Handverkaranna

Jóan Petur Hentze, JPH, Føroya Kommunufelag

Eyðvør Berg, EYB, Vinnuhúsið

Maria Nielsdóttir, MRN, starvsfólkaumboð, Glasir

Benny Nielsen, BEN, starvsfólkaumboð, Glasir

Una Joensen, rektari, Glasir
Varalimir í depilsráðnum