Lestrarvegleiðing

Lestrar- og yrkisvegleiðingin á Glasi er til fyri næmingarnar. Ein lestrarvegleiðari er knýttur at hvørjum flokki. Gjøgnum skúlaárið avgreiðir lestrarvegleiðarin ymsar uppgávur fyri og við flokkinum og einstaka næminginum. Eitt nú viðger lestrarvegleiðarin umsóknarbløð til studning og lán, kunnar um møguleikar fyri víðari útbúgving ella arbeiði og tosar við næmingin um viðurskifti, sum eru tongd at útbúgvingini.

Fyrsta skúlaárið hava flokkarnir eina gongd, vit nevna lestrarmenning. Hana skipar lestrarvegleiðingin fyri saman við toyminum, sum er knýtt at hvørjum flokki. Lestrarvegleiðingin er næmingsins tænasta og vegleiðing. Sum næmingur skalt tú trygt og í trúnaði kunna venda tær til tín lestrarvegleiðara við øllum viðurskiftum, sum so ella so ávirka ella eru tengd at tínari skúlagongd. Trúnaðin tryggja vit við, at lestrarvegleiðararnir hava tagnarskyldu um alt, sum tú vendir tær til teirra við. Hvør flokkur hevur ein lestrarvegleiðara, sum fylgir teimum gjøgnum útbúgvingartíðarskeiðið.

Í teigunum niðanfyri sæst, hvør lestrarvegleiðari hevur hvørjar flokkar og nær lestrarvegleiðararnir hava viðtalutíðir