Logopedi

Logopedi er læran um diagnostisering og viðger av mál-, talu- og lesitrupulleikum. Logopediska tænastan á Glasi fæst m.a. við at screena allar næmingar fyri orð- og talblindni og at veita næmingum hjálp og vegleiðing, so læringin og skúlagongdin verður so lítið darvaði av eitt nú orðblindni.

Logopediin heldur til í høli 701, sum er í niðastu hædd í reyða bygninginum (gamla Handilsskúlanum)

 

  • Upplatingartíðir

    Logopediin er at hitta allar gerandisdagar uttan hósdag millum kl. 10 og 12 í høli 701

    Upplatingartíðir:

    Mánadag: kl. 10:00-12:00

    Týsdag: kl. 10:00-12:00

    Mikudag: kl. 10:00-12:00

    Hósdag: stongt

    Fríggjadag: kl. 10:00-12:00

  • FORRIT

    CD-orð kann heintast her

  • Um logopedi

    Faldari um logopedi verður tøkur her