Próvtøkur í Hoydølum

Niðanfyri er yvirlit yvir skrivligar próvtøkur í Hoydølum, umframt oyðiblað at søkja um at sleppa til sjúkrapróvtøku.

Áðrenn fyrsta skrivliga próvtøkudagin skalt tú í góðari  tíð frammanundan hava loggað teg á ROYND2017, síðani á www.roynd.fo á telduni, sum tú ætlar tær at nýta til tær skrivligu próvtøkurnar.

Næmingurin hevur einsamallur fulla ábyrgd av, at teldan, hann brúkar til próvtøkuna, hevur atgongd til www.roynd.fo

Harumframt er alneyðugt, at tú er royndur í at goyma skjøl sum pdf fílu, tí skjalið, sum verður latið inn, tá próvtøkan er liðug, skal vera goymt sum pdf fíla.

Til næmingar, sum skulu til próvtøku:  Møtið stundisliga kl. 08:40