Sálarfrøðitænastan

Á Glasi er sálarfrøðingur, sum heldur til í høli 702 í Handilsskúlabygninginum. Næmingur, sum kennir seg hava tørv at tosa við sálarfrøðingin, skal venda sær til lestrarvegleiðaran, sum er knýttur at flokkinum, næmingurin gongur í. Um lestrarvegleiðari metir, at næmingur hevur tørv á at tosa við sálarfrøðingin, setur hann seg í samband við sálarfrøðitænastuna.

Mannagongd, tá sálarfrøðitænastan skal nýtast:

  • Næmingar skulu ikki venda sær beinleiðis til sálarfrøðingin, men seta seg í samband við lestrarvegleiðaran
  • Lærarar, sum vilja hjálpa næmingi við at fáa tíð hjá sálarfrøðitænastuni, skulu venda sær til lestrarvegleiðingina

Lestrarvegleiðingin heldur til í høli 410 á Glasi