Hægri nám: Umsóknarfreist er 20. januar

13. januar 2020

Seinasta freist at søkja inn á byggifrøði, HD, diplomleiðsluútbúgvingina (DLÚ) og lærugreinarnar ‘sølusálarfrøði og grundleggjandi søla’, ‘broytingarleiðsla’ og ‘búskaparstýring í verki’ á akademiútbúgvingini (AÚ) er 20. januar 2020. Tú søkir her.

Á Akademiútbúvingini (AÚ) eru tríggjar lærugreinar at søkja nú: Sølusálarfrøði, broytingarleiðsla og búskaparstýring. Hesar geva allar 10 ECTS-stig hvør. Undirvísingin næstu lestrarhálvu verður einaferð um vikuna 15 ferðir – mánakvøld (Broytingarleiðsla) og mikukvøld (Sølusálarfrøði og Búskaparstýring) – frá kl. 18 til 21:20. Á Diplomleiðsluútbúgvingini (DLÚ) er modulið starvsfólkaleiðsla og faklig menning boðin út. Undirvísingin her er á leið tvey vikuskifti um mánaðin hesa lestrarhálvuna.

Nærri lýsing av lærugreinunum á akademiútbúgvingini (AÚ) og modulinum á diplomleiðsluútbúgvingini (DLÚ) sæst her:

Modul Vf6: Sølusálarfrøði og grundleggjandi søla

Próvtøkuformur

Munnlig roynd, grundað á styttri verkætlan. Verkætlanin er partur av próvdømingini. Uttanhýsis próvdómari

Endamál

At geva tær eina fatan av grundleggkandi sølusálarfrøði og førleikar til at skilja og handfara ymisk atburðarmynstur hjá kundum, at tillaga egnan atburð og samskifti til ymisk sløg av kundum, og soleiðis at betra sølutølini. Tú fært eisini innleiðslu í grundleggjandi hættir at leggja til rættis og halda sølufundir.

Í lærugreinini fært tú eina fatan av týdninginum av at legga til rættis. Tú fært førleikar í at nýta ítøkilig amboð at tilrættaleggja við og at raðfesta tína tíð við, so tú kanst fyribyrja strongd í søluarbeiðinum.

Modul Vf6: Broytingarleiðsla

Próvtøkuformur: Munnlig roynd, saman við einum støkum vinnudømi ella ‘case’. Innanhýsis próvdøming eftir 7-trinsstiganum. Vinnudømi er partur av heildarmetingini.

Endamál: At tú verður før/ur fyri at leiða broytingar- og menningarprosessir í verki. Við greinningum av samanhangum millum ástøði og praksis lærir tú at meta um, hvørji leiðsluamboð eru viðkomandi í ítøkiligum broytingarprosessum.

Modul Ob2: Búskaparstýring í verki

Próvtøkuformur: Munnlig roynd saman við vinnudømi ella ‘case’. Uttanhýsis próvdómari.

Endamál: At geva tær førleikar til at nýta ástøðiligu vitanina frá lærugreinini vinnubúskapi í verki. Tú verðir før/ur fyri at arbeiða ítøkiliga við búskaparstýringini í fyritøkum.

Modul Ob2: Starvsfólkaleiðsla og faklig menning

Próvtøkuformur: Munnlig roynd saman við vinnudømi ella ‘case’. Uttanhýsis próvdómari.

Endamál: At geva tær vitan og førleikar til at menna og leiða yrkisligar relatiónir, soleiðis at førleikar, góðska og úrslit svara til tørvin og uppgávurnar í felagi, fyritøku ella stovni.