ENDURLÝSING: UNDIRVÍS Á GLASI: ÁRSVIKARIAT Í STØDDFRØÐI OG TÍMAR Í ALISFRØÐI

11. juli 2019

Til skúlaárið 2019/2020 er tørvur á undirvísarum í støddfrøði og alisfrøði á gymnasialum miðnámi á Glasi. Eitt ársvikariat er í støddfrøði (á A, B og C-støði) og tímar í alistfrøði (B-støði) eru eisini leysir at søkja.

FØRLEIKAR
Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatsprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føran fyri at undirvísa í ávíkavist støddfrøði á A og B-støði og alistrøði á B-støði.

UMSØKJARAR
Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og ynskja, at tínir eginleikar og førleikar hugvekja og ríka samstarvið við starvsfelagarnar. Sum lærari á Glasi, hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, fakunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar, verður hugt at:
–      formligum førleikum innan fakøkið, námsfrøði og didaktikk
–      persónligum eginleikum og førleikum
–      breiddini av undirvísingarførleikum
–      starvsroyndum
–      útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini – sum kunnu setast sum ársvikariat ella tímalærarastørv – verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til bjk@glasir.fo í seinasta lagi 5. august 2019 á miðnátt. Hevur tú spurningar ber til at seta teg í samband við Bjørn Krog, deildarleiðara fyri náttúruvísind á Glasi, á telduposti bjk@glasir.fo ella á telefon 220660.

Freistin at søkja er 5. august 2019.