UNDIRVÍS Á GLASI: FREIST AT SØKJA STARV ER MÁNADAGIN 27. APRÍL

23. apríl 2020

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur við yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi og 250 starvsfólkum. Til skúlaárið 2020/2021 søkja vit nú – við fyrivarni fyri virksemi og játtan – eftir undirvísarum til bæði gymnasialt miðnám og yrkisrættað nám.

Størv, vikariat ella tímar eru at søkja í hesum lærugreinum:

1. Alisfrøði / 2. Altjóða búskapi / 3. Donskum / 4. Dekoratión /
5. Enskum / 6. Evnafrøði / 7. Fígging / 8. Fornaldarfrøði / 9. Fyriskipan / 10. Føroyskum / 11. Fotografi / 12. Heimspeki / 13. Hár / 14. Innovatión / 15. Ítrótti / 16. Landafrøði / 17. Lívfrøði / 18. Miðlakunnleika /
19. Myndlist / 20. Religión / 21. Russiskum / 22. Sálarfrøði /
23. Samfelagsfrøði / 24. Søgu / 25. Sponskum / 26. Stjørnufrøði /
27. Støddfrøði / 28. Sølubúskapi / 29. Tónleiki / 30. Vinnubúskapi /
31. Vinnurætti / 32. Virkisbúskap

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

FØRLEIKAR

Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar at undirvísa í einari ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Innan hárfríðkan er neyðugt at hava sveinabræv, og í dekoratión krevst viðkomandi útbúgving. Tú skalt eisini hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

UMSØKJARAR

Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og ynskja, at tínir eginleikar og førleikar hugvekja og ríka samstarvið við starvsfelagarnar. Sum lærari á Glasi hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, lærugreinunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:

  • formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktikk
  • persónligum eginleikum og førleikum
  • breiddini av undirvísingarførleikum og -starvsroyndum
  • útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI 

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið. Tó er starvið sum undirvísari í lærugreinini Hár lønt eftir sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ

Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo. Hevur tú spurningar, ber til at seta teg í samband við ein av deildarleiðarunum við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo

FREISTIN AT SØKJA ER 27. APRÍL 2020.