Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur við yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi og 250 starvsfólkum. Til skúlaárið 2021/2022 søkja vit nú – við fyrivarni fyri virksemi og játtan – eftir undirvísarum til bæði gymnasialt miðnám og yrkisrættað nám.

Størv, vikariat ella tímar í yvir 30 ymsum lærugreinum eru nú leys at søkja á Glasi.

Á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi eru lærugreinarnar hesar:

ALISFRØÐI / ALTJÓÐA BÚSKAPUR / BIL / DANSKT / DEKORATIÓN / EL / ENSKT / FORNALDARFRØÐI / FOTOGRAFI / FØROYSKT / HÁR /  HEIMSPEKI / KLÆDNAATSTØÐI / KUNNINGARTØKNI / INNOVATIÓN / ÍTRÓTTUR / LANDAFRØÐI / LÍVFRØÐI / MIÐLAKUNNLEIKI / MYNDLIST / PLÁTU- OG KONSTRUKTIÓNSSMÍÐ / RELIGIÓN / SAMFELAGSFRØÐI / SÁLARFRØÐI / SØGA / STØDDFRØÐI / SØLUBÚSKAPUR / TILVIRKISATSTØÐI / TIMBUR/ VINNURÆTTUR / VIRKISBÚSKAPUR

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv. Niðanfyri kanst tú lesa meira um førleikakrøv, setanarviðurskifti, umsóknarfreist og hvussu tú kanst fáa meira at vita um størvini.

FØRLEIKAR

Sum undirvísari á gymnasialum miðnámi skalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar  at undirvísa í einari ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Sum undirvísari á yrkisnámi skalt tú hava sveinabræv innan økið og/ella aðrar viðkomandi útbúgvingar og royndir. Í ávísum førum kann hægri útbúgving verða ein fyrimunur.

Tú skalt eisini hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

UMSØKJARAR

Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og ynskja, at tínir eginleikar og førleikar hugvekja og ríka samstarvið við starvsfelagarnar. Sum lærari á Glasi hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, lærugreinunum og útbúgvingunum.
Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:
–    formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktikk
–    persónligum eginleikum og førleikum
–    breiddini av undirvísingarførleikum og starvsroyndum
–    útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini á gymnasialum miðnámi verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.  Størvini á yrkisnámi verða sett sambært sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ

Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo. Hevur tú spurningar, ber til at seta teg í samband við ein av deildarleiðarunum við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo

FREISTIN AT SØKJA ER 25. APRÍL 2021