HÆGRI NÁM Á GLASI SØKIR DUGNALIGAN UNDIRVÍSARA, SUM KANN UNDIRVÍSA NAKRAR TÍMAR UM VIKUNA Á ÚTBÚGVINGINI FRAMLEIÐSLUTØKNI (FLT).
STARVSØKIÐ
Sum undirvísari á hægri námi á Glasi verður tú partur av undirvísingartoyminum fyri FLT-útbúgvingina og fært høvið at menna útbúgvingina. Tú fært ábyrgd av lærugreinini FLT, sum millum annað fevnir um tilfarslæru, tekniska dokumentatión og automatisering. Undirvísingin er fimm tímar um vikuna í løtuni, men talan kann gerast um fleiri tímar.
FØRLEIKAR
Tann, sum søkir, skal hava viðkomandi útbúgving og góðar undirvísingareginleikar. Harumframt vænta vit, at tú:
– dugir at leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísingina
– hevur hægri tøkniliga útbúgving, eitt nú innan verkfrøði
– hevur hollar royndir við viðkomandi telduforritum, serliga forritinum Inventor
– trívist við broytingum
LØN OG TREYTIR
Starvið er tímalønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL). Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Finn Jensen, dekan, á fje@glasir.fo.
UMSÓKN
Umsókn, við CV og avriti av prógvum, viðmælum v.m., skal sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi 15. mars 2020. Undirvísingin byrjar skjótast tilber.