Hægri Nám á Glasi søkir undirvísara til byggifrøðiútbúgvingina. Talan er um parttíðarstarv við byrjan 1. februar 2026.

Byggifrøðiútbúgvingin er ein hægri útbúgving á professiónsbachelor stigi, og gevur teimum lesandi førleikar at arbeiða við byggiverkætlanum frá byrjan til enda.

STARVSØKIÐ:

Sum undirvísari innan byggifrøðiútbúgvingina kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við tveir aðrar undirvísarar, og tú verður somuleiðis við at menna útbúgvingina. Tú kemur at undirvísa lesandi innan m.a. BPS fakini, og verður undirvísing annars tillagað eftir tínum royndum og førleikum. Undirvísingin fevnir um umleið 8-10 tímar um vikuna.

FØRLEIKAR: 

Umsøkjarin, ið verður settur sum undirvísari innan byggifrøði, skal hava viðkomandi útbúgving innan byggi- ella verkfrøði á professiónsbachelor stigi ella hægri. Eisini leggja vit dent á, at umsøkjarin hevur:

  • Hollan og dagførdan kunnleika innan økið
  • Góð evni at miðla og áhuga at undirvísa vaksnum lesandi
  • Góð samstarvsevni og góðar KT-førleikar

Tað kann verða ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur: 

  • Viðkomandi starvs- og/ella undirvísingarroyndir
  • Royndir innan BPS
  • Kunnleika til forritið Revit

Hugt verður eisini eftir hóskandi førleikasamanseting í undirvísingartoyminum, tá mett verður um umsøkjarar.

LØN OG TREYTIR: 

Talan er um parttíðarstarv á umleið hálva tíð, við starvsbyrjan 1. februar 2026. Starvsstaðurin er á Glasi. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heðin Gásadal, undirvísara og samskipara á byggifrøðiútbúgvingini, umvegis heg@glasir.fo ella 588430.

UMSÓKN:  

Umsókn, við CV og avriti av prógvum, viðmælum v.m., skal sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi 4. januar 2026.

Um okkum:

Á Glasi eru um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, læringar og lesandi, sum nema sær ein av okkara mongu útbúgvingum á yrkisnámi, miðnámi, hægri námi og skeiðsdeplinum. Okkara fremsta uppgáva er at útbúgva og búgva tann einstaka fakliga og menniskjaliga.