Glasir søkir eftir undirvísara til hesar parttíðar útbúgvingar:
- Akademiútbúgving innan leiðslu og búskap
- Diplomútbúgving í leiðslu
- HD 1. part
Talan er um tímalønt parttíðar starv, sum er um kvøldarnar og í vikuskiftum.
Vit ímynda okkum tí, at tú hevur hug og hegni til at undirvísa og dugir væl at samskifta við lesandi og starvsfelagar. Neyðugt er, at tú hevur góðan telduførleika, tí her á Glasi eru talgild arbeiðsamboð alneyðug, eisini innan undirvísing.
FØRLEIKAKRAV
Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni er eitt krav. Starvsroyndir innan økið er ein fyrimunur.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er tíðaravmarkað til eitt hálvár í senn og verður sett skjótast til ber. Starvið er lønt sambært sáttmála millum avvarðandi felag og Fíggjarmálaráðið.
UMSÓKN
Umsókn skal, saman við avriti av prógvum og viðkomandi skjølum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 15. August 2023.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Finn Jensen, Dekan, á tlf. 786663, ella við at skriva til fje@glasir.fo.