Stutt samanumtøka: Vit byrja aftur mánadagin. Tað mesta av undirvísingini verður enn fjarundirvísing. Serliga undirvísing á starvsstovum og verkstøðum verður á Glasi. Tey, ið gerast liðug í summar, verða raðfest fyrst. Próvtøkurnar verða færri.

Síðani skúlin lat aftur hava vit arbeitt við ymsum hugsaðum framferðarhættum og framlitum fyri, hvussu skúlin kann latast uppaftur. Nú hevur Landsstýrið boða frá, hvussu farast skal fram og kunning er er komin frá Landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum um, hvussu verður við próvtøkum. Tó at fleiri spurningar enn eru at fáa greiðu á, so er greitt hjá okkum at kunna um, nær vit byrja aftur, nær vit kunnu møta á skúlanum, hvussu vit gera skúlaárið liðugt  og serliga hvussu verður við próvtøkum.

BYRJANARDAGUR OG UNDIRVÍSING

Skúlagongdin byrðar aftur, sum ætlað, mánadagin 20. apríl. Meginreglan er tó framhaldandi, at undirvísingin verður skipað sum fjarundirvísing. Undirvísing, sum nú kann fremjast á skúlanum, er í lærugreinum, har týðandi tættir ikki kunnu útinnast sum fjarundirvísing. Tað krevst í hvørjum føri, at vit meta um, hvat er alneyðugt at fremja inni á skúlanum. Upplýsingar um, hvussu verður í hvørjum føri, verða dagførdar í tímatalvunum á Tímaglasinum, sum allir lærarar og næmingar fylgja og hava atgongd til.

Í høvuðsheitinum raðfesta vit, at flokkar og næmingar, sum gerast lidnir í ár, fáa sum mest av vanligari undirvísing í tíðarskeiðnum frá 20. apríl til 15. mai, sum formliga er síðsti undirvísingardagur. Eftir hetta. Í tíðarskeiðnum frá 18. mai til 5. juni verður undirvísing inni á skúlanum fyri 1. og 2. árs næmingar raðfest.

Møtiskylda er til undirvísingina, bæði til fjarundirvísing og undirvísing, sum verður inni á Glasi. Tó verða atlit tikin, um næmingur av smittuávum ikki fær møtt á Glasi. Eitt nú kunnu næmingar, sum eru í vandabólki, fáa møguleika at fylgja undirvísingargongd á starvsstovu ells verkstaði á annan hátt.

ÁRSROYNDIR OG PRÓVTØKUR

Ongar vanligar ársroyndir verða í ár, men eftir seinasta undirvísingardag kann skúlin skipa fyri skrivligum og/ella munnligum royndum umvegis netið, umframt øðrum møguligum eftirmetingum av undirvísingini. Her verður kunnað nærri, tá hetta er greitt.

Próvtøkurnar verða munandi færri, enn vanligt er. Sum skrivið frá Landsstýrismanninum her vísir, skulu næmingar á 3. ári á gymnasialum miðnámi til tvær próvtøkur – eina munnliga og eina skrivliga. Tann munnliga er í eini lærugrein eftir raðfestingarlistanum, og tann skrivliga er í lærugreinini føroyskt. Næmingar á fyrireikingarbreytini skulu til fýra próvtøkur – tvær skrivligar, har onnur er í lærugreinini føroyskt, og tvær munnnligar, har tann eina somuleiðis er í føroyskum. Í restini av lærugreinunum, sum verða trektar til próvtøku sambært krøvum um tal av próvtøkum, verða ársmet flutt til endaligt próvtal.

Á Yrkisnámi skipar skúlin sjálvur próvtøkur í samráð við Yrkisdepilin. Kunning um leistin fyri hesar próvtøkur verður send lærlingum og næmingum.

HEILSUATLIT INNI Á GLASI

Fyri at gera tað, ið gerast kann fyri at minka um smittuvanda, fer øll undirvísing, sum verður framd inni á Glasi, at fylgja leiðreglum, sum eru tilmældar frá heilsumynduleikunum. Frástøða millum persónar skal haldast og 4 fermetrar skulu vera fyri hvønn persónin í rúminum. Talið av persónum í hølunum verður tískil í mun til hølisstødd. Reingerðin verður framhaldandi raðfest, og vit minna á persónligt reinføri og at spritta hendur.