Undirvísing og skúlagongd á Glasi byrjar aftur mánadagin 3. januar 2022. Sum smittustøðan er í løtuni kunnu broytingar koma fyri. Tí heita vit á næmingar, lærlingar og lesandi um at fylgja við teldupostum og regluliga kanna møguligar skemabroytingar. Skúlagongd er sum vanligt, um ikki annað er fráboðað.
FERÐANDI OG HEIMAUPPIHALD
Øll ferðandi eiga at fara í heimauppihald, til negativt úrslit frá kanningini tveir dagar eftir komu er tøkt. Kemur tú t.d. til landið mánadag, kanst tú væntandi koma aftur í skúla ella til arbeiðis hósdag, tá svar skuldi veriå komið til ta kanningina, tú skalt taka mikudag.
NÝGGJAR LEIÐREGLUR UM SÓTTARHALD
Leiðreglurnar fyri tey, sum skulu í sóttarhald, eru broyttar – tað vil siga fyri tey, sum hava havt beinleiðis samband við persón, ið hevur korona. Nú verður skilt millum “tættar kontaktir” og “aðrar kontaktir”:
- “Tættar kontaktir” eru í høvuðsheitinum fólk, tú býr saman við, hevur kamar saman við, gongur saman við ella gistir hjá. Her verður mælt til, at tú letur teg kanna skjótast gjørligt, umframt 4 og 6 dagar eftir at tú hevur verið saman við smittaða persóninum. Mælt verður til, at tú ert í sóttarhaldi í 7 dagar frá tí degi, tú seinast var saman við tí smittaða.
- “Aðrar kontaktir” eru til dømis arbeiðsfelagar, floksfelagar, vinfólk, fólk, sum tú hevur verið saman við til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk, og fólk, sum tú hevur tosað við í almenna rúminum. Mælt verður til, at tú letur teg kanna skjótast gjørligt, umframt 4 og 6 dagar eftir, at tú hevur verið saman við smittaða persóninum. Tú skalt ikki í sóttarhald og kann fara til arbeiðis, í skúla og/ella á stovn, um tú eingi sjúkueyðkenni hevur.
Lesið annars meira um leiðreglurnar á corona.fo.