Tiltakið Ungt Virki verður fríggjadagin 28. mars í Atrium á Glasi.
Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast.
Í ár luttaka yvir 100 næmingar í 29 bólkum á tiltakinum, har kappast verður um besta hugskotið. Næmingar koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn.
Ungt Virki er samstundis regionalt umfar í kappingini Company Programme. Vinnarin umboðar Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn í mai mánaði, har teir 42 bestu bólkarinir úr ríkinum fara at dystast um besta hugskotið.
Tiltakið Ungt Virki er eitt samstarv við m.a. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Vinnumálaráðið, Føroya Banka (høvuðsstuðul), Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild.
9 dómarar úr føroyska vinnulívinum fara at meta um hugskotini. Í dómdsnevndini eru:
- Sóley Hammer – Hugskotið (forkvinna)
- Marius Thomassen – Vinnuhúsið
- Eva Skeel Nolsø – Føroya Tele
- Rói Poulsen – Nema
- Rúna N. Rasmussen – Føroya Banki
- Áki Vang Poulsen – Magn
- Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Hotel Brandan
- Súsanna Laursen – Hugskotið
- Elsa Poulsen – Føroya Banki
Skráin:
- 08.00 – 09.15 Bólkarnir prýða básin hjá sær – Glasir bjóðar luttakarum morgunmat í kantinuni (ókeypis kaffi og frukt fæst allan dagin)
- 09.15 – 09.25 Djóni Nolsøe Joensen, Landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setir kappingina
- 09.25 – 09.30 Kunning um kappingina og praktisk viðurskifti
- 09.30 – 10.40 Dómarar vitja teir 29 básarnar á 3. hædd
- 10.40 – 12.10 Framløgur hjá luttakandi bólkum (4 min. pr. bólk) – 15 bólkar í Atrium og 14 bólkar í Marghøllini
- 12.10 – 12.40 Døgurðasteðgur – Glasir bjóðar luttakarum døgurða í kantinuni
- 12.40 – 15.15 Framsýning: Bólkarnir sýna fram hugskotini hjá sær á básunum
- 12.40 – 14.30 Samrøður við dómsnevndina (uml. 10 min. pr. bólk)
- 14.30 – 15.15 Dómsnevndin metir um samlaðu avrikini hjá bólkunum – Tónleikaframførsla verður í Atrium
- 15.15 – 15.25 Vinnarin verður funnin