Fríggjadagin 6. mars var Kambsdalur karmur um regionalu finaluna í Ungt Virki 2026, har næmingar úr miðnámsskúlum kring landið kappaðust um besta hugskotið. Dagurin savnaði næmingar, lærarar, dómarar og vinnulív um eitt felags endamál: At menna og vísa føroyskan íverksetarahug og nýskapan.
Longu frá morgunstundini vóru næmingarnir í gongd við at prýða og gera klárt við básarnar hjá sínum fyritøkum. Í alt 25 bólkar luttóku – hvør við sínum egna hugskoti, sum varð sýnt fram á framsýningini.
Rektarin á Miðnámi á Kambsdali, Christian Joensen, setti kappingina og bjóðaði luttakarum og gestum vælkomnum. Eftir eina stutta kunning um dagin fóru dómararnir runt at vitja básarnar, har tey fingu innlit í hugskotini og arbeiðið hjá næmingunum.
Seinni á degnum høvdu allir bólkarnir stuttar framløgur, har teir løgdu fram um sína fyritøku, hugskotið og marknaðarmøguleikarnar. Aftaná framløgurnar vóru samrøður við dómsnevndina, har næmingarnir fingu møguleika at greiða nærri frá arbeiðinum og svara spurningum.
Samstundis sum dómararnir mettu um avrikini, var framsýningin opin, har gestir kundu vitja básarnar og hoyra meira um spennandi hugskotini hjá næmingunum.
Tá dagurin nærkaðist endanum, hevði dómsnevndin drúgvar umrøður fyri at finna vinnaran.
Úrslitið gjørdist:
- 1. pláss: “SafeHike” – Jóna Ellefsdóttir, Maria í Stórustovu og Sámuel á Smið (Glasir). Hugskotið: Ein gjøgnumførd app, ið skal gera tað tryggari og hugaligari at ferðast í føroysku náttúruni.
- 2. pláss: “Lýsi loysn” – Ester Nolsøe Olsen, Maria Jia Li í Túni Højgaard og Roda á For (Kambsdalur). Hugskotið: Eitt nýmótans lýsiprodukt, eitt gummibomm, ið skal fáa fleiri at taka heilsufremjandi lýsi.
- 3. pláss: “Ventra” – Bjarta Kelduberg Hellisdal, Dagny Maria Bjargardóttir Joensen og Sára Thorleifsson (Glasir). Hugskotið: Ein munnverji úr silikon, ið skal minka um livurhøgg og betra um úthaldni í samband við venjing.
Vinnarin av Ungt Virki 2026 fer nú at umboða Føroyar í ríkisfinaluni í Keypmannahavn 5. mai 2026.
Ungt Virki er partur av altjóða kappingini Company Programme og hevur til endamáls at styrkja íverksetarahug og vinnuligt hugflog hjá ungum. Dagurin á Kambsdali vísti greitt, at áhugin og førleikarnir eru til staðar hjá føroyskum ungdómi.
Dagurin eydnaðist sera væl og vísti eina ferð enn, at føroyskir næmingar hava bæði hugflog, arbeiðssemi og áræði at menna nýggj hugskot.
At enda vilja vit takka øllum teimum mongu, sum vóru við til at gera dagin møguligan. Ein serlig tøkk fer til dómsnevndina fyri teirra arbeiði og fakliga meting, og til stuðlarnar og samstarvspartar fyri stuðulin til tiltakið. Hugskotið Íverksetarahúsið, Glasir, #miðnámákambsdali, Atlantic Airways, Bakkafrost P/F, #nema, #norðoyarsparikass,i #bygmabalslev, #companyprogramme2026, #fondenforentreprenørskab