Tað gjørdist ‘Broddi’, sum vann ársins útgávu av kappingini ‘Ungt Virki’. Á øðrum plássi var ‘Safedrive’, ‘Plagga’ gjørdist nr. 3, meðan ‘eFishient’ fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini.

Tað var ein spentur rektari sum tók ímóti einari fúsari fjøld av ungum íverksetarrum úti á Glasi fríggjamorgun til Ungt Virki 2022. Teir ungu vónríku næmingarnir lurtaðu hugagóð eftir orðunum hjá rektara, meðan teir sjey dómarnir gjørdu seg tilreiðar til ein langan og innihaldsríkan dag, har teir skuldu gjøgnumganga 26 verkætlanir hjá uml. 130 næmingum – bæði sum framsýningar, settar upp á básum, framløgum fyri øllum í stóra atrium á Glasi og so samrøðum við dómarnar.

Eftir rektarin hevði givið nøkrum góð og uppbyggjandi orð á vegnum, so tuskaðu allir næmingarnir upp til sín bás fyri at fáa tað síðsta uppá pláss, áðrenn dómarnir komu framvið at fregnast um hugstkotið og hoyra søluprátið, sum næmingarnar vónandi dugdu uttanat nú. Har var tó ríkiligt høvi at venja hetta altavgerandi søluprátið, tí tey vóru ikki meira enn komin uppá pláss, so var ein rúgva av forvitnum næmingum rundan um allar básarnar fyri at síggja, hvat spennandi, ungu íverksetararnir høvdu funnið uppá. Og har var alt frá luktilsi og línu sensori til søluportalar og mangt, mangt annað.

Ein avgerandi partur av kappingini er framløgan, sum bert skal vara 4 minuttir til longdar. Tískil skal hon verða so stutt, greið og eggjandi sum møguligt.

Spurdur um hvat dómarnir leggja størstan dent á, svarar dómsnevndarformaðurin, Regin Dalsgard, at tað grovt sagt eru fýra eyðkenni, sum dómarnir halda eyga við: Er hugskotið greitt? Hvussu umboðar vøran Føroyar uttanlands? Hevði mann sjálvur sett pening í verkætlanina? Og síðst, men ikki minst, hvussu sær heildarloysnin út – frá leiðslubygnaði til marknaðarætlan.

Vinnari við broddi

Kappingin var sera hørð, og tað var stór semja millum áhoyrarnar um, at verkæltaninar í ár – sum heild – vóru sera fjølbroyttar, snildar og umhugsaðar. Tað tók eisini dómsnevndini drúgva tíð at koma til semju um vinnandi verkætlanirnar. Til sjeyndu og síðst stóð bert ein fyritøka eftir sum vinnari – og í ár gjørdist tað so verkætlanin ‘Broddi’. Tey, ið manna vinnandi bólkin, eru Aron Djurhuus Thorsteinsson, Hákun Torkildshøj Sigvardsen, Klara Fríða Johannesen, Hendrik Niclasarson Thomsen og Álvdis Andrea Kjølbro. Tey ganga øll á Glasi.

‘Broddi’ kemur sostatt at umboða Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn síðst í apríl, har tey 42 bestu liðini í Ríkinum fara at dystast um besta hugskotið. Vit ynskja’Broddi’ góða eydnu á flatlondunum.

Á øðrum plássi var ‘Safedrive’ (Glasir), ‘Plagga’ (Glasir) gjørdist nr. 3, meðan ‘eFishient’ (Miðnám á Kambsdali) fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini.

Fyriskiparnir í ár, Jóhan Petur Holm og Steinbjørn í Dali, vóru eisini heilt nøgdir við tiltakið. Umframt tað stóra fyrireikingararbeiði, sum næmingarnar hava gjørt, so fegnast Jóhan Petur og Steinbjørn serliga um tær mongu og góðu framløgurnar hjá næmingunum. Tað er ikki bara sum at siga tað at ‘negla’ eina framløgu, tá tú á fyrsta sinni stendur framman fyri einum fullsettum atriumi og skal vísa verk títt fram.

Í dómsnevndini í ár vóru Regin Dalsgaard, Thetis, Súsanna Laursen, Hugskotið, Hendrik Egholm, sjálvstøðugt vinnurekandi, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Navia, Rói Poulsen, Nema, Turið Madsen, Betri, og Anna Maria Toftegaard, Betri.