Onki úrslit

    Møguleikar á Glasi

    Sum næmingur á Glasi hevur tú møguleika at heinta og brúka lesi- og skriviforrit og onnur amboð til at lætta um skúlagongdina. Hesum fært tú hjálp við frá LST. Vit vegleiða og hjálpa tær at fáa fatur á hesum talgildu amboðunum og bjóða skeið í at brúka tey á besta hátt til júst tínar avbjóðingar. 

    Allir næmingar á Glasi hava ókeypis atgongd til at heinta og brúka lesi- og skriviforritini IntoWords og CD-ORÐ. Sum brúkari av forritunum kemur tú onkuntíð út fyri, at spurningar um funktiónir og annað stinga seg upp. Tá hevur tú møguleika at spyrja teg fyri hjá okkum í LST og/ella at finna videovegleiðingar inni á Ordlab, sum er ein heimasíða við nógvum góðum og stuttum videovegleiðingum til nevndu forrit og onnur snild talgild amboð.  

    Skúlin skipar fyri lektiukafé flestu dagar í vikuni. Har kanst tú sum næmingur fáa hjálp til heimaarbeiði. Lektiukaféin er mannað við faklærarum og ávísar dagar eisini orðblindalærarum frá LST. Les meira um lektiukaféina her.