4. mai var á fyrsta sinni bókaviðmælisverkstova á bókasavninum á Glasi.
Tekstasløgini bókarviðmæli og bókaummæli vórðu viðgjørd og spurningurin um, hvussu vit best skriva eitt viðmæli av einari bók, varð eisini umrøddur.

Luttakarnir fingu høvi at skriva sítt egna viðmæli, og at fáa hugskot og viðmerkingar frá øðrum.

Úrslitið var ein rúgva av góðum brellbitum, sum fara at hanga á bókasavninum í næstum.