Vælkomurøða fyri næmingum tann 17. august 2022
Góðu tit øll – hjartaliga vælkomin á Glasir
Tað er so fantastiskt at síggja tykkum øll her í dag, og vit hava glett okkum til at taka ímóti tykkum. Eg vænti eisini, at tit hava glett tykkum at byrja her á Glasi.
Glasir merkir glæma, glitur, geisli, glansur og tílíkt. Glasir eru eisini vakrasta træið í Glasislund. Hetta kunnu tit eisini lesa um uppi í móttøkuni á 4. hædd.
Glasir eru ein stórur skúli og nógv tann størsti skúlin í Føroyum. Sjálvi halda vit, at hann er tann glasiligasti skúlin í Føroyum, eins og træið í Glasislund er tað vakrasta. Nú ganga tit sostatt á størsta og flottasta skúla í Føroyum.
Skúlin er stórur. Her eru nógvar hæddir, nógv rúm og nógv fólk. 600 nýggir næmingar, lærlingar og lesandi byrja á Glasi í dag og næstu dagarnar.
Tit byrja á fleiri ymiskum útbúgvingum. Á yrkisnám byrja einir 150 lærlingar og næmingar á bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, klædnaatstøði og tilvirkisatstøði. Á gymnasialum miðnámi byrja um 350 næmingar, sum fara at ganga á búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrbreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt. Vit hava eisini ein nýggjan flokk á serbreytini. Seinni í august byrja 100 nýggj lesand á Hægri Námi, á útbúgvingum sum t.d. marknaðarbúskapi, fíggjarbúskapi og tænastubúskapi.
Tit fara at ganga her hálvt ár, eitt ár, tvey ár, trý ár og onkur 4 ár. Summi koma her í skúla fleiri ferðir, tí tit samstundis eru í læru, onnur ganga her trý ár út í eitt. Vit eru um 250 starvsfólk á Glasi, og yvir 1500 næmingar, lærlingar og lesandi eru á onkran hátt knýtt at skúlanum.
Tí kunnu vit av sonnum siga, at Glasir er ein stórur og fjølbroyttur skúli, við einum fjølbroyttum útboði av útbúgvingum. Hetta er okkara styrki. Sum tað stendur í faldaranum, tit hava fingið, so er pláss fyri øllum her.
Eg vænt, at tit í dag eru sera spent og kanska eisini eitt sindur fjáltraði – nervøs um hvørji tit koma í flokk saman viðvið, hvussu lærarnir eru osfr. Um tit eru nervøs, so eri eg heilt rólig, tí so eru tit so púra normal. Eg eri eisini eitt sindur nervøs at standa her í dag.
Tit eru í dag komin inn í ein nýggjan felagsskap. Í røðuni, ið ein av pisunum, sum fekk prógv í summar, helt, segði hon: “vit læra allarmest í felagsskapi og saman við øðrum. Felagsskapurin ger okkum til heil menniskju. Vit mennast gjøgnum tíðina, vit læra av okkara feilum og av hvørjum øðrum”.
Eg haldi hesi orð verða so góð hjá tykkum at minnast til – at tit læra allarmest í felagsskapi og saman við øðrum.
Í hesum nýggja felagsskapi fara tit at læra, tit fara at hava tað stuttligt, tit fara at hava tað strævið, tit fara at vera frustrerað, tit fara at verða kedd, tit fara at verða glað, troytt og alt møguligt annað fleiri ferðir. Onkuntíð halda tit, at lærarin er ordiliga fittur, og onkuntíð so er hann ov strangur.
Alt hetta, sum eg her reksi upp, læra tit av. Tað er eisini læring, tí tað at læra er so nógv. Tað er ikki bara at rokna, lesa, skriva, osfr.
Og vita tit hvat? Soleiðis er lívið hjá okkum øllum. Tað er tað mest normala og vanliga sum er til – at vit onkuntíð er glað, onkuntíð kedd, osfr. Soleiðis er tað at vera eitt menniskja. Livið við tí, góðtakið tað og harvið verður tað kanska eisini lættari – vendið tykkum ímóti lívinum.
Vit hava nýligani hildið Ólavsøku. Ólavsøkudag, 29. juli, verður løgtingið sett – tað byrjar við guðstænastu og skrúgongu, har allir løgtingslimir og prestar luttaka, sum onkur av tykkum nokk hevur upplivað ella sæð í sjónvarpinum. Eftir hetta setir Løgmaður tingið, og eitt nýtt tingár byrjar. Eins og at tit byrja eitt nýtt skúlaár í dag, so byrja tingfólk okksts eitt nýtt tingár á Ólavsøku.
Tá ið Løgmaður setir Tingið heldur hann eina røðu – Løgmansrøðuna – og fortelur tingfólkinum og føroya fólki – eisini tykkum – um støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur ætlanir at gera.
Men er tað yvirhøvur relevant fyri okkum hvat løgmaður sigur, hugsa tit kanska? Jú, tað hevur stóran týdning, tí tað er um tykkara framtíð, tað snýr seg um.
Og hvat segði Bárður á Steig Nielsen so, sum kann hava týdning fyri tykkum? Jú, m.a., segði hann:
Á útbúgvingarøkinum skulu vit møta arbeiðsmarknaðinum og búgva okkum til framtíðar førleikakrøv. Tað vil siga, at tit í tykkara útbúgvingartíð gera tykkum klár at fara á arbeiðsmarknaðin. At ganga á Glasi er ein partur av hesum. Tit fyrireika tykkum til einaferð at fara út á arbeiðsmarknaðin.
Víðari segði løgmaður:
Menniskjansliga tilfeingið er tað týdningarmesta. Eitt tað dýrasta, menniskjan er signað við, eru evnini at læra. Útbúgving er ein av fortreytunum fyri burðardyggum vøkstri í øllum geirum.
Her vóru fleiri orð, sum tit heilt víst fara at hoyra fleiri ferðir komandi árini – førleikakrøv, arbeiðsmarknaður og burðardyggur vøkstur.
Tað menniskjaliga tilfeingi. sum løgmaður tosar um, tað eru tit, og tit eru øll fødd við evnum at tilogna tykkum vitan; at læra. At læra er so nógv, og vit læra allatíðina – ikki bara, tá vit ganga í skúla. Vit læra eisini bara við at vera til – ja “BARA VERA TIL”.
“Bara vera til” – kann mann tað – “skal eg ikki allatíðina prestera og vera tann besta útgávan av mær sjálvari ella sjálvum, og náa so nógv sum møguligt og skunda mær”? Er tað ikki tað vit øll gera í dag? Jú kanska, men er tað altíð tað rætta ?
Mann kann gott onkuntíð “bara at vera til, uttan nakað mál eina løtu”, og tað er eisini sunt fyri okkum øll viðhvørt; tað er sunt fyri okkara sálarheilsu. Tit fara komandi tíðina og árini at hava nógv at gera, nógv at lesa og nógv at lata inn, og eg vil heita á tykkum um at gera tykkara besta. Men eg haldi eisini, at tit skulu njóta tíðina.
“TÍÐIN” – hmm – men hvat er tíð ?” Tíð er nakað løgi nakað. Vit halda okkum ofta hava ríkiligt av tíð, og kanska vit oysla við henni og seta ikki nóg stóran prís uppá hana. Kanska skuldu vit onkuntíð spart uppá tíðina?
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, segði í einum morgunlestri herfyri, at “mann má gera sær dælt av tíðini, meðan mann hevur hana” – og hann hugleiðir víðari, “men hvussu kunnu vit tað, tí hon hvørvur alla tíðina – hevur hon nakrantíð verið har” – filosofiskir og spennandi tankar.
So – góðu tit – ikki bara hugsa um at blíva liðug á Glasi fyri at koma víðari, men njóti tíðina á Glasi, geri tykkum dælt av tíðini – njótið hesar góðu umstøður og vakra bygning, njótið at hyggja eftir okkara vakra træið – vakrasta trænum í Glæsislund – sum tit kanska einaferð fara at standa við og verð avmyndaði við við prógvi í hond.
Líka so vakurt sum træið er, líka so vakur er skúlin Glasir, og eg vóni, at tit vera góð við bygningin og fara væl um hann.
Góðu tit øll, tað skal vera mín vón, at tit fara at njóta tíðina á Glasi, og at tit, seinni í lívinum, kanska fara at siga, at tíðin á Glasi var besta tíðin í lívinum.
Verið forvitin, gevið tykkum tíð at undrast, engagerið tykkum, torið at gera feilir, verið opin fyri lívinum og øðrum menniskjum, og “GERIÐ TYKKUM DÆLT AV TÍÐINI.”
Enn einaferð hjartaliga vælkomin, og vit gleða okkum at vera saman við tykkum her á Glasi.