VAL OG VAFLUR – hósdagin kl. 08-12

25. november 2021

HÓSDAGIN FÆRT TÚ VAFLUR – OG VEGLEIÐING – FRÁ LESTRARVEGLEIÐARUNUM

Í 1. og 2. blokki hósdagin 2. desember fáa tit – næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi –  høvi at hitta lestrarvegleiðingina og fáa eitt prát um lívsleið, starvs- og útbúgvingar-møguleikar. Hetta verður á 3 hædd 2. des. frá kl 08:00 til 12:00 – og tey bjóða vaflur afturvið.

Í myndasavninum niðanfyri eru myndir frá í fjør, tá hetta varð roynt á fyrsta sinni.