Tann 29. juni 2026 fer Glasir á Skúlanet. Í sambandi við hetta skalt tú fylgja hesi vegleiðing fyri at seta tína teldu og telefon upp á Skúlanet.

  1. Opna tín browsara og fylg Vegleiðing nr. 1: Microsoft login á browsara
  2. Opna, rita út og rita inn á allar tínar Microsoft appir á tíni teldu. Fyrst Outlook, síðan OneDrive, Teams, OneNote, Word o.s.fr. Eftirkanna, at tú ert ritað(ur) inn við @glasir.fo telduposti og ikki @glasirfo.onmicrosoft.com. Um hettar ikki riggar fylg Vegleiðing nr. 2: Microsoft login á appum á Windows ella Vegleiðing nr. 3: Microsoft login á appum á Mac.
  3. Opna, rita út og inn á allar tínar Microsoft appir á tíni telefon. Fyrst Outlook, síðan OneDrive, Teams, OneNote, Word o.s.fr. Eftirkanna at tú ert ritað(ur) inn við @glasir.fo telduposti og ikki @glasirfo.onmicrosoft.com. Um hettar ikki riggar fylg Vegleiðing nr. 4: Microsoft login á appum á telefon.

Vegleiðing nr. 1: Microsoft login á browsara

Ger hetta, um teldan ritar teg inn sum @glasirfo.onmicrosoft.com og ikki sum @glasir.fo, tá ið tú brúkar browsara

  1. Edge/Chrome: Opna Edge/Chrome. Trýst á Ctrl/Cmd + Shift + Delete. Trýst á Time range og vel All time. Set flugubein í Cookies and other site data og Cached images and files og strika hini flugubeinini. Trýst á Clear now.
  2. Safari: Opna Safari. Trýst á Cmd + Y. Trýst á Clear History. Vel All history. Vel Clear History.
  3. Far á innrita.skulin.fo
  4. Rita inn við tínum @glasir.fo brúkara.
  5. Trýst á títt navn niðast í vinstra horni og kanna, at tú ert ritaður inn við tínum @glasir.fo og ikki @glasirfo.onmicrosoft.com. Á innrita.skulin.fo hevur tú atgongd til allar Microsoft appir online við at trýsta á Apps niðri í vinstra horni.

Vegleiðing nr. 2: Microsoft login á appum á Windows. Video:https://youtu.be/cY2QLd-TlEU

Ger hetta, um Microsoft appir, sum eru installeraðar á tína Windows teldu, rita teg inn sum @glasirfo.onmicrosoft.com og ikki sum @glasir.fo

  1. Opna Windows > Indstillinger > Konti > Adgang til arbejde eller skole og strika gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com
  2. Opna Outlook > Account info > Manage @glasirfo.onmicrosoft.com > Remove > Remove.
  3. Opna Control Panel > Mail og strika gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com, um hann er har.
  4. Opna OneDrive > Settings > Account > Unlink this PC.
  5. Opna og rita út úr Teams og øllum øðrum Microsoft appum
  6. Opna PowerShell og copy-paste’a hetta:

cmdkey.exe /delete:MicrosoftAccount:target=SSO_POP_Device

cmdkey.exe /delete:WindowsLive:target=virtualapp/didlogical

cmdkey.exe /delete:LegacyGeneric:target=teamsIv/teams

cmdkey.exe /delete:LegacyGeneric:target=teamsKey/teams

Remove-Item -path “$env:LOCALAPPDATA\Packages\Microsoft.AAD.BrokerPlugin_cw5n1h2txyewy” -Confirm:$false -Recurse -Force

Remove-Item -path “$env:LOCALAPPDATA\Microsoft\Office\16.0\Licensing” -Confirm:$false -Recurse -Force

Remove-Item -path “$env:LOCALAPPDATA\Microsoft\IdentityCache” -Confirm:$false -Recurse -Force

Remove-Item -path “$env:LOCALAPPDATA\Microsoft\OneAuth” -Confirm:$false -Recurse -Force

  • Genstarta telduna.
  • Opna Outlook og rita inn við tínum skúlabrúkara @glasir.fo.
  • Opna OneDrive og rita inn við tínum skúlabrúkara @glasir.fo og vel at gera eina nýggja OneDrive mappu.
  • Opna Teams og allar aðrar Microsoft appir og rita inn við tínum skúlabrúkara @glasir.fo.

Vegleiðing nr. 3: Microsoft login á appum á Mac. Video: https://youtu.be/9xf5YNjwRHE

Ger hetta, um Microsoft appir, sum eru installeraðar á tína Mac teldu, rita teg inn sum @glasirfo.onmicrosoft.com og ikki sum @glasir.fo.

  1. Opna Outlook > Settings > Accounts.
  2. Vel gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com og trýst á Manage > Remove account > Continue.
  3. Opna OneDrive > … > Preferences > Account > Stop Sync > Unlink Account.
  4. Opna og rita út úr Teams og øllum øðrum Microsoft appum
  5. Opna Keychain Access > Vel Login í vinstru síðu > Skriva microsoft í leititeigin uppi í høgra horni
  6. Strika allar reglurnar, har tað stendur login undir Keychain teiginum.
  7. Opna Outlook > Settings > Accounts > Add Account og rita inn við tínum @glasir.fo brúkara.
  8. Opna OneDrive > Rita inn við @glasir.fo brúkara > Vel Choose New Folder > Vel hvar nýggja OneDrive mappan skal goymast.
  9. Opna Teams og allar aðrar Microsoft appir og rita inn.

Vegleiðing nr. 4: Microsoft login á appum á telefon. Video: https://youtu.be/AM15Qobl_7M

Ger hetta, um Microsoft appir, sum eru installeraðar á tína telefon, rita teg inn sum @glasirfo.onmicrosoft.com og ikki sum @glasir.fo. Vegleiðingin er gjørd við iPhone, men er nøkunlunda á sama hátt til Android.

  1. Opna Outlook. Trýst á bobluna uppi í vinstra horni, vel tannhjuli niðri í vinstra horni. Vel konti, vel gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com og vel fjern konto niðast.
  2. Opna OneDrive. Trýst á bobluna uppi í vinstra horni, vel tannhjuli Indstillinger. Vel gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com og vel log af niðast.
  3. Opna Teams. Trýst á bobluna uppi í vinstra horni, vel tannhjuli Indstillinger. Vel log af gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com niðast.
  4. Opna Word. Trýst á bobluna uppi í vinstra horni, vel tannhjuli Indstillinger. Vel log af gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com
  5. Installera Authenticator.
  6. Um tú longu hevur Authenticator, vel gamla brúkaran @glasirfo.onmicrosoft.com, trýst á tannhjuli uppi í høgra horni og trýst á remove account
  7. Innrita á Authenticator við at trýsta á Tilføj arbejds eller skolekonto (ella við at trýsta á + uppi í høgra horni). Rita inn við tínum nýggja @glasir.fo brúkara.
  8. Opna Outlook. Vel Tilføj konto og rita inn við tínum nýggja @glasir.fo brúkara.
  9. Tú fært eini boð um at tað ikki riggar at rita inn (ella at loyniorðið er skeivt). Trýst á Annuller uppi í vinstra horni og trýst á píl aftur uppi í vinstra horni. Vel konfigurer kontoen manuelt og vel Microsoft 365
  10. Opna OneDrive, trýst á log og rita inn
  11. Opna Teams, trýst á log og rita inn.
  12. Opna Word, trýst á log og rita inn.