VEL BREYT 2022

Tann 15. mars er freistin at søkja inn á ymsu útbúgvingarnar (bæði tær yrkisrættaðu og tær gymnasialu), um tú ætlar tær at byrja eftir summarfrítíðina. Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur, og møguleikarnir eru tí nógvir. Her fært tú skjótt yvirlit yvir tær ungdóms- og miðnámsútbúgvingar, tú kanst taka á Glasi.

Í høvuðsheitinum skilja vit millum yrkisrættaðar útbúgvingar og gymnasialar útgvingar. Undir hvørjum av hesum høvuðsbólkum eru ymsar breytir. Tað kanst tú seta teg nærri inn í niðanfyri, og tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Næmingatænastuna á Glasi, um tú hevur spurningar.

GYMNASIALT MIÐNÁM

Á gymnasialum miðnámi eru tríggjar breytir – búskaparbreyt, sum hevur fýra leiðir, hugbreyt, við fimm leiðum, og náttúrubreyt, sum hevur sjey leiðir. Leiðirnar eru nýggjar og tit, sum søkja inn nú, eru tey fyrstu, sum koma at ganga á nýggju leiðunum.

Umframt tær tríggjar høvuðsbreytirnar, er tvey-ára fyrireikingarbreytin og, sum nakað nýtt, ein skapandi fyrireikingarbreyt, sum minnir nakað um fyrireikingarbreytina, men sum tekur trý ár og blandar bókligar og verligar lærugreinar.

Fyri tey, sum hava eina diagnosu innan autismuspektrummið, er autismuflokkurin eitt ein møguleiki. Vanligu upptøkukrøvini til miðnám eru galdandi fyri autismuflokkin. Eyðkennið við autismuflokkinum er, at floksundirvísingin er serliga skipað og fer fram í flokki við munandi færri næmingum, enn í vanligu flokkunum.

YRKISRÆTTAÐ NÁM

Tær yrkisrættaðu útbúgvingarnar fevna um hesar breytir:

Harafturat eru onnur tilboð, sum eru antin fyrireikandi ella førleikagevandi:

Á Glasi hava vit somuleiðis serbreyt, sum er eitt miðnámsskúlatilboð fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini, í verandi løtu, heldur ikki hóast stuðul og tillagingar.

  • Hvussu søki eg inn?

    Flestu útbúgvingarnar teknar tú teg til her. Tú ert altíð vælkomin at skriva til lv@glasir.fo ella at ringja og biða um samrøðu við ein lestrarvegleiðara á Glasi, um tær tørvar ráðgeving um útbúgvingarval. Freistin at søkja inn á gymnasialu breytirnar og flestu breytirnar á yrkisnámi er 15. mars 2022.