Úrslitið av seinnu veljarakanningini á Glasi í sambandi við løgtingsvalið 2026 er nú tøkt. Tað vóru 241 næmingar, ið tóku lut í síðstu kanningini, og vísir hon, at 41% av teimum valdu Tjóðveldi til løgtingsvalið 26. mars 2026.
241 næmingar tóku lut í veljarakanningini og 80% av teimum valdu fyri fyrstu ferð til eitt løgtingsval. Einans 19% av næmingunum høvdu ikki valrætt. Hóast 19% av teimum spurdu ikki høvdu valrætt hesaferð, so er áhugavert at máta, hvat tey høvdu valt, um tey høvdu valrætt hesaferð, og tí verða tey tikin við í úrslitið av veljarakanningunum.
Kanningin eftir løgtingsvalið vísir, at Tjóðveldi framvegis hevur størstu undirtøku millum næmingarnar á Glasi, tí 41% av teimum spurdu siga, at tey valdu Tjóðveldi til løgtingsvaldið 26. mars 2026. Samanbera vit hetta við fyrru veljarakanningina, har 242 næmingar svaraðu veljarakanningini, so er sannlíkt, at valstríðið hevur flutt fleiri atkvøður til Tjóðveldi, tí til fyrstu veljarakanningina fekk Tjóðveldi 30% av atkvøðunum.
Hyggja vit hinvegin at stóra vinnaranum á valinum hesaferð, Fólkaflokkinum, so hevur valstríðið ikki flutt atkvøðurnar millum næmingarnar á Glasi, tí 21% av teimum spurdu, valdu Fólkaflokkin og tað er neyvt tað sama, sum fyrra veljarakanningin á Glasi vísti, tí tá fingu teir eisini 21% av atkvøðunum.
Hyggja vit hinvegin at Javnaðarflokkinum, sum gekk nógv aftur til løtingsvalið hesaferð, so sæst sama gongd á Glasi. Í fyrru veljarakanningini svaraðu 18% av teimum spurdu, at tey ætlaðu sær at velja Javnaðarflokkin til løgtingsvalið, men tá krossurin skuldi setast, valdu einans 10% av teimum spurdu Javnaðarflokkin.
Kanningin vísir, at størstu afturgongd á Glasi hevur Sambandsflokkurin, tí til fyrru veljarakanninga svaraðu 21% av teimum spurdu, at tey ætlaðu sær at velja Sambandsflokkin, men tá krossurin skuldi setast, valdu einans 10% Sambandsflokkin.
Tað er ikki bert Tjóðveldi, sum hevur megnað at flutt fleiri atkvøður millum næmingar á Glasi, tí tað hevur Framsókn eisini. Í fyrru veljarakanningini svaraðu 7% av teimum spurdu, at tey ætlaðu sær at velja Framsókn til løgtingsvalið, men tá krossurin skuldi setast, valdu 13% av teimum spurdu Framsókn.
5% av teimum spurdu valdu Miðflokkin til løgtingsvalið, sum er ein lítil framgongd frá fyrru veljarakanningini, har einans 2% svaraðu, at tey ætlaðu sær at seta krossin við Miðflokkin. Hóast Sjálvstýri kom inn um tinggátt hesaferð, so vísir kanningin, at eingin av teimum spurdu valdu Sjálvstýri til løgtingsvalið 26. mars 2026.
Kanningin vísir, at tey politisku evnini, ið høvdu størstan týdning fyri næmingarnar, tá krossurin skuldi setast, vóru bústaðarpolitikkur, etisk mál, búskaparpolitikkur og vælferð. Hetta samsvarar væl við evnini, ið hava fylt valstríðið hesaferð, og tey evnir ið vórðu viðgjørd á valfundinum á Glasi mánadagin 23. mars, har allir flokkar vóru umboðaðir.
Í sambandi við løgtingsvalið 26. mars 2026 hava samfelagsfrøðislærarar á Glasi gjørt tvær kanningar – eina fyri løgtingsvalið og eina eftir løgtingsvalið. Tann fyrra kanningin varð gjørd 6. mars, sum var stutt eftir, at val varð útskrivað, og tann seinna varð gjørd 27. mars, sum var eftir løgtingsvalið. Endamálið við veljarakanningunum er at vita, hvønn flokk og hvørji politisk evni næmingar velja og raðfesta, og um hesi val broytast undir og eftir valstríðnum. Tað veri seg bæði næmingar, ið hava valrætt og næmingar, ið ikki hava valrætt enn. Kanningin er ætlað at brúka í undirvísingini.
Hetta er seinna av tveimum veljarakanningum, ið hava verið gjørdar á Glasi í sambandi við løgtingsvalið 26. mars 2026.
Úrslitið av veljarakanningini 27. mars sæst niðanfyri.









