Bygningsumsitingin á Glasi søkir verkvørð til fulltíðarstarv at byrja 10. august 2026.

Vit leita eftir einum verkavørði, sum hevur royndir og útbúgving sum handverkari. Fyrimunur er, um umsøkjarin er timburmaður/snikkari.

ARBEIÐSUPPGÁVUR

Arbeiðsuppgávurnar, sum verkvørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:

  • røkja og viðlíkahalda maskinur og útbúnað á timburverkstaði/elverkstaði
  • røkja og halda verkstøð, lagur og tilhoyrandi rúm
  • ganga lærarunum til handa í samband við undirvísingina
  • gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk
  • hava umsjón við bygningunum
  • røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar

FØRLEIKAR

Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:

  • duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur 
  • vera fyrikomandi og hava gott handalag
  • hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving
  • hava KT-førleikar á brúkarastigi

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið.

Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 10. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaður er Glasir.

NÆRRI KUNNING OG UMSÓKN

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Álvur Jøkladal, tekniskur leiðari, á telefon 568001 ella t-post alj@glasir.fo. Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 22. juni 2026.

UM OKKUM

Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.