Vilt tú læra til húsavørð?

1. november 2019

GLASIR: HÚSAVARÐALÆRLINGUR

Vit søkja eftir einum húsavarðalærlingi til Føroya størsta útbúgvingarstovn, sum húsast á meira enn 25.000 fermetrum í trimum ymiskum bygningum.

Útbúgvingin sum húsavørður er ein lærlingaútbúgving, sum tekur 3 ár og 9 mánaðar. Starv og lærutíð er á Glasi, meðan skúlagongdin er á skúla í Danmark, har útbúgvingin nevnist ‘ejendomsservicetekniker’.

STUTT UM ÚTBÚGVINGINA:

  • Minstu krøv viðv upptøku er 9. floks prógv frá fólkaskúlanum
  • Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir
  • Starvstíðin er á Glasi
  • Skúlagongdin er á skúla í Danmark
  • Lønin er sambært sáttmálamillum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

UM TEG

Vit søkja eftir dugnaligum álítandi fólki, sum hevur áhuga fyri at útbúgva seg innan røkt og viðlíkahald av tekniskum innlegingum, m.a. brunafyribyrgingarskipanir og ventilatiónsskipanir so sum ABA, ABV, ABDL og CTS. Dagliga arbeiðið fevnir eisini um vanliga røkt og viðlíkahald av bygningunum og innbúgvi og um røkt av uttanumøkinum.

Vit ynskja at tú dugir væl at samskifta og samstarva við starvsfólk og næmingar, at tú hevur koyrikort til persónbil og at tú hevur telduførleika á brúkarastøði.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Nærri fæst at vita við at venda sær til Egon Øregaard, tekniskur leiðari á tlf 56 80 50.
Umsókn skal sendast í telduposti til ego@glasir.fo í seinasta lagi fríggjadagin 22. november 2019.