Nú er greitt, hvør hevur skrivað tríggjar tær bestu søgurnar í stuttsøgukappingini hjá Glasi í 2025
Í matarsteðginum mikudagin 4. febr. verður eitt tiltak á bókasavninum, har vinnararnir verða avdúkaðir og søgur teirra lisnar upp.
Tiltakið byrjar kl. 11:40. Øll eru vælkomin.
Tríggjar tær bestu søgurnar fáa vinning á ávikavist 5.000, 3.000 og 2.000 kr.
Heili 65 handrit komu inn til kappingina í ár.
Í dómsnevndini sita: Malan Poulsen, Sámal Soll, Margreta Knudsen, Signa Joensen og Marianna Hoydal