VINNARARNIR AV STUTTSØGUKAPPINGINI VERÐA KUNNGJØRDIR HÓSDAGIN
1. desember 2020Stuttsøgukapping á fjórða sinni
Hóskvøldið 3. desember kl. 19:00 verður alment tiltak á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stórari stuttsøgukapping verða avdúkaðir. Á skránni er upplestur, tónleikur, rithøvundavitjan og ein góður drekkamunnur – og øll eru vælkomin.
Hetta er fjórða árið á rað, at Glasir skipar fyri stuttsøgukapping. Fyrstu ferð var í 2017. Tá komu 61 stuttsøgur inn, og vinnarasøgurnar, umframt nakrar aðrar, komu út í savninum “Kamparænarin og 15 aðrar søgur”. Í fjør komu 68 søgur inn til kappingina.
Methøg undirtøka
Aftur hesa ferð var undirtøkan sera góð. 74 stuttsøgur komu inn, og dómsnevnd hevur lisið og mett um tær innkomnu søgurnar. Á serligari kvøldsetu á bókasavninum á Glasi hóskvøldið 3. desember kl. 19:30 verður so endiliga avdúkað, hvørji eru nummar 1, 2 og 3 í kappingini.
Kom og lurta
Í sambandi við kunngeringina av vinnarunum verður skipað fyri einum upplestrartiltaki á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stuttsøgukappingini fara at lesa sínar søgur.